|
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 13
Lýdni móti yvirvøldum
v1
Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin; tí at ikki er nøkur yvirvøld til uttan frá Guði; men tær, sum til eru, eru skipaðar av Guði,
v2
so at tann, sum veitir yvirvøldini mótstøðu, hann veitir Guðs fyriskipan mótstøðu; men teir, sum veita mótstøðu, skulu fáa dóm sín.
v3
Tí at stýrismenninir eru ikki ein ótti hjá góðum verki, men hjá illum. Men vilt tú sleppa frá at óttast fyri yvirvøldini? Ger tað, sum gott er, og tú skalt fáa rós av henni.
v4
Tí at hon er tænari Guðs, tær til góða. Men gert tú tað, sum ilt er, tá skalt tú øtast; tí at hon ber ikki svørðið til einkis, av tí at hon er tænari Guðs, hevnari til revsingar fyri tann, sum hevst at tí, sum ilt er.
v5
Tess vegna er tað fyri neyðini at verða lýðin, ikki bert fyri revsingarinnar skuld, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
v6
Tí gjalda tit jú eisini skattir; tí at teir eru tænarar Guðs, sum serliga hava hetta í varðveitslu.
v7
Gjaldið øllum tað, sum tit skylda teimum; tí skatt, sum skal hava skatt, tí toll, sum skal hava toll, tí ótta, sum skal hava ótta, tí virðing, sum skal hava virðing.
Kærleiki til næstan
v8
Skyldið ongum nakað uttan tað at elska hvør annan; tí at tann, sum elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
v9
Tí at hetta: «Tú mást ikki dríva hor, tú mást ikki sláa í hel, tú mást ikki stjala, tú mást ikki girnast,» og hvat annað boð so er, tað verður tikið undir einum í hesum orði: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.»
v10
Kærleikin ger ikki næstanum nakað ilt; tí er kærleikin uppfylling av lógini.
At avleggja verk myrkursins
v11
Og hetta eiga tit tess heldur at gera, sum tit vita tíðina, at tað longu er tíð hjá tykkum at vakna úr svøvni; tí at nú er frelsa okkara nærri, enn tá vit tóku við trúnni.
v12
Liðið er á náttina, og dagurin er í nánd. Latum okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins.
v13
Latum okkum hava sømiligan atburð sum á degi, ikki í ováti ella drykkjuskapi, ikki í ólevnaði ella siðloysi, ikki í klandri ella øvund;
v14
men íklæðist heldur Harran Jesus Krist, og havið ikki tílíka umsorgan fyri holdinum, at tað elvir girndir.
|